Atli: Tvey ógloymandi vøkur mál

(Ljóðsamrøða frá Rás2) Liðskiparin hjá Víkingi heldur talan verða um rótutum dyst við minniligum hendingum

TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðuna Rás2 gjørdi við Atla Gregersen, aftaná 4-2 sigurin hjá Vìkingi yvir ÌF í Sarpugerði í Norðragøtu í dag.

 

Atli heldur talan verða um ein rótutan dyst, men hann undirstrikar, at har vóru ting at fegnast um, umframt sigurin. 3-1 frísparksmálið hjá Súna Olsen og 4-1 langskotsmálið hjá Hanusi Jacobsen eru millum vakrastu og mest minniligu málini, ið skotin eru í Sarpugerði.  Atli er ikki bleikur at viðganga egnan lut í 2-4 málinum hjá ÍF, sum tó ikki fekk tann stóra týdningin fyri útfallið av dystinum.

 

Nú síggja Atli og teir í Víkingi fram ímóti stóra oddadystinum ímóti B36 í Havn komandi sunnudag. Atli ásannar, at enn hevur B36 intiativið í effodeildini, men við einum sigri kann Víkingur seta eld á alt FM-stríðið aftur.