- Vit møta kanska formsterkasta liðnum í Vodafonedeildini í løtuni. Hetta er ikki sum fyrr tá vit bara fóru inn eftir trimum stigum. Um vit ikki eru 100% klárir, so fáa vit einki heim við, sigur Atli Gregersen.
- Fyri at verða heilt erligur, so má eg siga at eg eri eitt sindur troyttur av at hoyra um at tað eru so nógvir dystir. Eg spæli ikki fótbólt tí eg elski at venja, men tí eg elski at spæla dyst. Vit koma við sterkastu uppstilling í kvøld, og tað gera vit aftur til komandi dyst, sigur Atli um raðfestingina millum steypakapping og landskapping.
Víkingur vann í fyrsta umfarinum 4-2 á Sandi. Í øðrum umfari mátti brotssparkskapping til, áðrenn teir vunnu á argjamonnum.
- Eftir mínum tykki er tann størsti ítróttardagurin í Føroyum tann dagin tá steypafinalan verður spæld. Tann dagin ætli eg mær at standa klárur at spæla um tað steypið.
Síðani Víkingur sá dagsins ljós, hava teir ikki tapt í Fuglafirði.
- Teir hava tveir brandar í verjuni, Kaj og Poul Ennigarð, sum vit faktist eiga. Teir eru uppvaksnir og hava lært øll ?triksini? her. So tað kemur at standa nógv á. Teir hava fleiri dunaligar spælarar, ið stríðast við øllum teir hava. Eg rokni eisini við at teir eri troyttir av at hoyra um 79 liðið, ið vann FM, so teir eru helst sera svangir eftir at koma í finaluna, sigur Atli um ÍF.
- Hans Jørgen Djurhuus er skaddur og eg havi ikki vant í vikuni og verið helst heldur ikki við. Annars eru allir mans tøkir og klárir, sigur Atli at enda.










