Tað gongst illa hjá Frem, sum hevur bæði Jón Róa Jacobsen og Atla Danielsen á liðnum. Í gjár vitjaði Frem í Lyngby, har Tem Hansen er ein av spælarunum. Christian Lamhauge Holst er eisini Lyngby spælari, men hann var ikki við, tí hann er skaddur. Lyngby tryggjaði sær øll stigini við 2-0 sigri. Lasse Quist, sum áður hevur roynt seg í FCK, skoraði bæði málini. Sigurin ber við sær, at Lyngby hevur seks stig, meðan Frem framvegis einki stig hevur vunnið.