Atli: Tað er fantastiskt at vinna ein slíkan dyst

(Rás2) Liðskiparin hjá Víkingi fer ovurfegin aftaná góða 4-2 sigurin á B36 í Sarpugerði

TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðuna Tróndur Arge gjørdi beinleiðis á Rás2 við Atla Gregersen, liðskipara hjá Víkingi, sum saman við liðfeløgunum vann 4-2 á B36 heimavølli í Sarpugerði í Norðragøtu.

 

Atli Gregersen heldur, at talan var um ein rimmar dyst við nógvum dramatiskum støðum og brotsspørkum. Hann heldur, at dysturin var ein góð reklama fyri føroyskan fótbólt, og hann undirstrikar, at tað er ein fantastisk kensla at vinna ein slíkan dyst.

 

Atli Gregersen er litríkur, sum altíð, sum seinastu viðmerking spurdi Atli Gregersen Trónd Arge, um ikki hann eisini fekk eitt reytt kort fyri stuttum.