Atli: Stuttligt at verða víkingur

(Ljóðsamrøða) Hoyr samrøður við Atla Gregersen (Víkingur) og Jens Joensen (NSÍ)

Aftaná 2-0 sigurin hjá Vìkingi á NSÍ við Løkin í Runavík prátaði Tróndur Arge við teir báðar verjuskansarnar, Atla Gregersen hjá Víkingi, og Jens Joensen hjá NSÍ, sum báðir vóru leikbannaðir til dystin í kvøld.

 

Atli Gregersen heldur, at tað er ótrúliga stuttligt at verða víkingur í hesum døgum, og tað er stuttligt hjá teimum at møta til venjing. Atli setti spurnartekin við, um tað er líka stuttligt hjá Jens Joensen at møta til venjingarnar hjá NSÍ.

 

Jens Joensen var ikki ónøgdur við tað hann sá í fyrra hálvleiki, men hann ásannar, at avrikið hjá NSÍ í seinna hálvleiki ikki var nøktandi.

 

TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðurnar Tróndur Arge hevði við Atla Gregersen og Jens Joensen.