Atli spældi keðiligan dyst

Atli Danielsen spældi allar 90 minuttirnar á miðvøllinum, tá ið Frem spældi ímóti AB í donsku 1. deild um vikuskiftið. Sambært heimasíðuni hjá Frem var talan um keðiligan dyst, og úrslitið var javnleikur 1-1. Frem-spælararnir vóru gestablíðir, tí teir skoraðu mál fyri AB eftir ein góðan tíma. Tað eydnaðist tó heimaliðnum at koma afturíaftur og javna fimm minuttir fyri tíð. Gunnar Nielsen var eykamálmaður til dystin.