Atli sigraði aftur

Talan gjørdist um 3-1 sigur í Roskilde, og tók klaksvíkingurin hornaspark, sum førdi til eitt av málunum hjá FC Roskilde. Eins og vanligt, spældi føroyski miðvallarleikarin allan dystin á miðvøllinum.

 

Hetta er annar dysturin á rað, at Atli Danielsen og liðfelagar hansara fara av vøllinum sum sigursharrar. Tey trý stigini hava við sær, at FC Roskilde er komið uppá átta stig og er liðið harvið leyst frá hinum botnliðunum, sum eru Viborg, Hvidovre og FC Fyn. Hinvegin eru tað trý onnur lið, ið hava sama stigatal sum FC Roskilde. Hesi eru Brønshøj, Kolding FC og Næstved.