Atli: Sølvi er besti leikarin í landinum

(Ljóðsamrøða frá Rás2) Liðskiparin hjá Víkingi hevur ikki upplivað áður, at spælari ger sjálvmál, og so hattrick aftaná

- Sølvi Vatnhamar er besti leikarin í landinum. Atli Gregersen, liðskipari hjá Víkingi er ikki í iva, tá Rás2 ger samrøðu við hann stutt aftaná, at Víkingur á heimavølli hevði vunnið 3-1 á ÍF, har Sølvi Vatnhamar skeyt øll málini, trý fyri sítt egna lið, og eitt sjálvmál. Atli Gregersen sigur seg ikki hava upplivað slíkt áður, sum fótbóltsspælari.

 

TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðuna Rás2 hevði við Atla Gregersen.

 

Atli Gregersen heldur, at tað var ein skelkur at koma afturum uppá eitt sjálvmál aftaná fimm minuttirs spæl, men hann heldur, at Víkingur vann seg skjótt yvir skelkin.

 

Atli Gregersen heldur, at talan var um eina typiska grannauppgerð, har spælararnir ikki spardu seg.