Á heimavølli vann FC Roskilde 2-1 á Thisted, sum undan dystinum hevði tvey stig meira enn liðið hjá Atla Danielsen. Við sigrinum hálaði FC Roskilde seg upp á 30 stig, sum røkkur til eitt tíggjunda pláss. Hinvegin eru bara trý stig niður til Kolding FC, sum liggur beint undir markinum, so Atli Danielsen og teir hava á ongan hátt tryggjað sær sætið í deildini enn, nú tríggir dystir eru eftir at leika.