Atli og teir bjargaðir

Atli Danielsen spældi sum vanligt allan dystin á tamb á miðvøllinum, var føroyski landsliðsleikarin var tó ikki partur av teimum báðum málunum hjá FC Roskilde.

Bæði málini fullu í seinna hálvleiki, og tá heimaliðið Hvidovre við Lukasz Cieslewicz á liðnum ikki megnaði at svara aftur, vann FC Roskilde 0-2 .

 

Við sigrinum staðfesti FC Roskilde sína støðu omanfyri niðurflytingarmarkið, og hesu megin markið verða teir eisini liggjandi, líkamikið hvussu seinasti landskappingardysturin endar. Samstundis sendi FC Roskilde Hvidovre niðurum markið. Eydnast tað ikki teimum at vinna sunnudagin, so fylgja teir Frem og føroyingunum har niður í triðbestu deildina.

 

Júst Frem vann í dag. Hetta gjørdu teir uttan nakran føroying í hópinum. Mótstøðuliðið var Vejle, sum hevur tryggjað seg í deildini og sostatt einki hevur at spæla fyri.