Atli og Frem taptu ímóti botnliði

Fíggjarliga óskilið hjá leiðsluni í Frem kann koma at kosta Frem á stigatalvuni í næstbestu donsku fótbóltsdeildini. Fremur DBU tann dómin, sum Atli og liðfelagarnir óttast, so missir Frem 6 stig. Í skrivandi stund hevur Frem 18 stig, men missa teir 6 stig koma teir niður á 12, og koma at liggja undir niðurflytingarstrikuni í vetrarsteðginum. Tí kom tað eyka dátt við at tapa ímóti Skive, som nú hevur 13 stig. Atli spældi allan dystin á tamb, men hann og liðfelagarnir mistu eina stigið teir høvdu í síðsta korterinum. Tá skoraðu vesturjútlendingarnir tvær ferðir, og vunnu fyri teir ein kærkomnan 2-0 sigur. Annað málið var skorað av Christian Sivebæk, sum er sonur hin navnframa John Sivebæk.