Atli nær við at skora

Danska 1. deildarliðið Fem spældi um vikuskiftið venjingardyst í Landskrona, og tveir føroyskir spælarar vóru á vøllinum. Bæði Jónas Tór Næss og Atli Gregersen byrjaðu dystin í verjuni hjá Frem, og heimasíðan hjá Frem skrivar, at verjan stóð stinn, meðan álopsspælið hjá liðnum var meira svikaligt. Atli Gregersen var um reppið at skora seint í dystinum, tá ið hann stútaði eitt hornaspark ímóti málinum. Á sjálvari málstrikuni bjargaði ein útispælari, og tí endaði tað við, at Landskrona vann dystin 1-0.