Atli Gregersen var sum altíð klárur við onkrari spískari viðmerking, tá portalurin hitti hann til landsliðsvenjingina í gjár.
Miðverjin fegnaðist um at góðasamstarvið í verjupartinum, hóast Jónhard Frederiksberg og Ári Mohr Jónsson vóru nýggir á liðnum. Hann ásannar, at okkurt av málunum vóru ov løtt og tímir illa at tosa um Robbie Keane.
Hann lovar, at føroyska liðið fer at berjast fyri sínum møguleika týskvøldið, tá Zlatan Ibrahimovic og Svøríki taka ímóti.
Hoyr samrøðuna við Atla Gregersen undir greinini.









