Í morgin klokkan 17 seinnapartin spælir føroyska fótbóltslandsliðið næstseinasta dystin í hesari Nations League kappingini. Dysturin verður ímóti Aserbadjan á olympiska leikvøllinum í Baku í Aserbadjan.
Tróndur Arge sigur beinleiðis frá dystinum millum Aserbadjan og Føroyar. Sendingin byrjar við upptakt klokkan 16. Øll kunnu lurta við á www.midlar.fo. Vanligu frekvensirnir hjá FM1 eru FM 88,7, FM 91,7, FM 93,9, FM 95,5 og FM 98,7.
TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðuna Tróndur Arge gjørdi við føroyska liðskiparan, Atla Gregersen sum staðfestir, at hann hevur í dag upplivað tann løgnasta tíðindafundin hann hevur verið við til, tá hann fekk nógvar løgnar spurningar frá aserbadjansku tíðindafólkunum.
Atli Gregersen hevur vónir um, at føroyska liðið kann verja væl fyri í dystinum í morgin klokkan 17, og fáa eitt gott úrslit við sær úr Baku.










