Atli ikki við til Thailand

Miðverjin og liðskiparin hjá Víkingi, Atli Gregersen, verður kortini ikki við, tá føroyska A-landsliðið við monnum hósdagin setir kós móti Bangkok í Thailandi, har landsliðið næstu vikuna fer á venjingarlegu.

 

Atli Gregersen hevur fingið forfall, og sær hann seg tískil ikki føran fyri at fara langa túrin til Thailand, skrivar fsf.fo

 

Í staðin fyri Atla Gregersen, hevur Lars Olsen, landsliðsvenjari, úttikið Erling Jacobsen, sum sostatt avloysir liðfelagan á A-landsliðnum.

 

Føroyska ferðalagið fer úr føroyum hósdagin seinnapartin, og kemur væntandi fram til Bangkok í Thailandi tíðliga leygarmorgunin.

 

Hósdagin 21. februar spæla Føroyar og Thailand vinardyst í Bangkok.