- Ein eyðmjúkur persónur, sum altíð leggur nógv fyri og stríðist fyri liðið. Týdningurin av honum á vøllinum er ofta undirmettur. Atli Danielsen hevur ovurhonds stóran týdning, uttan at gera nógv burtur úr sær sjálvum ? og hann trívíst í hesum leiklutinum.
Anders Theil, venjari hjá Frem, er sera fegin um, at hann aftur í komandi kappingarári hevur føroyska Atla Danielsen at ráða yvir. Landsliðsleikarin hevur gjørt endaliga avtalu við Frem, sum knýtur hann at felagnum komandi ári.
- Atli fyllir eitt stórt pláss á vøllinum, og ein teljari hevur heilt vist prógva, at hann eftir dystarlok er ein av teimum, ið hevur runnið mest. Hansara leiklutur á á vøllinum lyftir ofta viðleikararnar. Hann er dugnaligur á nógvum økjum, og er uttan iva ein av teimum, sum verða millum stuðulsleikararnar, sigur Anders Theil við heimasíðuna hjá Frem.
Atli Danielsen skifti til danska høvuðsstaðarfelagið í januar í 2007, og hevur higartil spælt 39 dystir og skotið trý mál.