Føroyski landsliðsspælarin í fótbólti kann nú frítt finna sær nýtt felag. Danska felagið Frem, har Alti hevur spælt, er á veg á húsagang, og tað hevur við sær, at allir spælarar í felagnum eru leysgivnir at fara í onnur feløg at spæla. Atli Danielsen hevur ikki gjørt av, hvar hann fer at spæla, men ein møguleiki sigst verða, at hann fer at hjálpa KÍ-liðnum, sum helst fer at styrkja seg nú.