Atli hevði fylt 80 ár í dag

Í dag eru 80 ár síðani, at Atli P. Dam, fyrrverandi løgmaður, varð føddur – 12. september í 1932. Atli Dam doyði 7. febr­u­ar í 2005.

Atli Dam kom sum eitt skot í før­oyskan politikk í mars mán­aði í 1970, tá Javn­að­ar­flokk­ur­in hevði boð eftir hon­um at gerast lands­stýr­is­mað­ur, eft­i­r at Villi Sørensen í Klaks­vík brádliga doyði nýggj­árs­dag í 1970.
Á valinum í nov­em­ber í 1970 varð hann valdur í Suð­ur­­oy­ar v­al­dømi, og hann endurskipaði sam­­gongu 10. de­s­em­ber í 1970 við Javn­að­ar­flokk­i­num, Sam­bands­­flokk­­i­num og Sjálv­­stýr­­i­s­­flokk­i­num. Lands­stýr­is­­menn aft­ur at hon­­um vóru Jákup Lind­en­skov, (C), Peter F. Christ­i­ansen og Eli Nolsøe (B) og Sámal Petersen (D).
Atli Dam var løg­mað­ur í fimm sam­gog­u­m: 1970-75, 1975-1979, 1979-81, 1985-1989 og 1991-93, tá hann legði frá sær og Mar­ita Petersen tók við løg­­mans­­sess­i­num.
Atli Dam er tann, sum hev­ur sitið nógv longst sum løgmaður – hann sat í til­samans góð 16 ár, hann stýrdi fimm samgongum – har allir flokkar á tingi vóru við upp á skift, og til samans hevði hann 22 lands­stýrisfólk undir sær, 21 mans og eina kvinnu.