Fríggjadagin var aðalfundur í Føroya Havbúnaðarfelag. Aðalfundurin var í Vinnuhúsinum í Smærugøtu í Havn.
Tríggir av nevndarlimunum, Atli Gregersen, Suni Durhuus og Bogi Jacobsen, stóðu fyri vali. Suni Durhuus bar seg undan afturvali, og ístaðin bleiv Ragnar Joensen frá Panfisk valdur í nevndina, skrivar Vinnuhúsið á heimasíðu sínari.
Aftaná aðalfundin skipaði nevndin seg við Atla Gregersen sum formanni.










