Fótbóltur
Eisini í Gøtu hava tey í longri tíð roynt at fyrireikað seg til nýggja kappingarárið í fótbólti.
Í mun til so nógv onnur feløg, so hevur tað kanska verið nakað friðarligt í Gøtu í so máta, men nú eru so onkur tekin um, at liðið aftur í ár ætlar sær at leita móti oddinum.
Og í royndunum í hesum hevur felagið gjørt avtalu við Atla Gregersen, um at hann skal spæla í Gøtu komandi kappingarárið.
Jógvan Gregersen, sum vanliga hevur við leikarahópin í GÍ at gera ? og sum eisini er pápabeiggi Atla ? váttar fyri Sosialinum, at nakað er um tosið.
- Tað er so planurin, at hann skal spæla fyri okkum í summar. Atli hevur búð niðri í nøkur ár, men nú ætlar so fyribils at flyta heimaftur, og so hevur tað eydnast okkum at fingið fatur á honum, sigur Jógvan.
Spennandi fongur
Og fyri tey við kunnleika til føroyskan fótbólt tykist hetta vera ein sera spennandi fongur, sum GÍ við hesum hevur fingið.
Atli Gregersen leikti í ungdómsárunum við B36, og longu tá varð hann mettur millum bestu leikararnar í sínum árgangi. Pláss á føroyskum ungdómslandsliðum lótu heldur ikki bíða eftir sær, og tá hann seinni flutti niður, helt hann eisini fast um hesi pláss.
Í Danmark hevur hann verið knýttur at fótbóltsskúlanum í Hesselgods, umframt at hann í nøkur ár var við í hópinum hjá Randers Freja í næstbestu donsku deildini.
Hetta seinasta árið hevur hann búleikast í danska høvuðsstaðnum, og her hevur hann leikt við Lyngby, har hann millum annað hevur verið liðfelagið við feskasta landsliðsáleyparan, Christian Holst Lamhauge.
Hann verður vanliga roknaður at hoyra heima á miðvøllinum og í verjuni, men akkurát, hvar GÍ fer at brúka hann, er tó ikki gjørt av enn.
- Tað verður so nakað, sum Krzystof fer at gera av, sigur Jógvan Gregersen um hetta seinasta.