##med2##
- Hetta er ein varði fyri okkum. Soleiðis málber Atli Gregersen, hjálparvenjari hjá føroyska U21-landsliðnum seg um flotta 0-0 javnleikin í EM-undankappingardystinum á útivølli móti Serbia í Novo Sad.
Hjá Atla, Bagga og spælarunum kemur tað sera væl við, at tað eisini eydnaðist at fáa stig á útivølli. Atli staðfestir, at tað er nakað sum hevur ligið sum ein dýna yvir Bagga, at stig ikki er vunnið á útivølli.
Atli greiðir frá, at hóast teir heilt greitt vóru fegnir um javnleikin, so vóru teir í hópinum ikki ovurfegnir, tí teir vita hvørjar dygdir teir hava. Atli staðfestir eisini, at hetta er fyrstu ferð, at eitt landslið vinnur stig á útivølli í einum gomlum jugoslaviskum landi.
Spurdir um gamla stigametið hjá U21-landsliðnum, 11 stig í 2011 kann takast svarar Atli, at tað er avgjørt nakað sum teir fara eftir.
Komandi dystur hjá føroyska U21-landsliðnum verður tó ein stórur biti. 24. mars bíðar oddaliðið, Frakland á heimavølli. Frakland hevur tó bara mist stig móti einum liði, nevnliga Føroyum.
Serbia - Føroyar 0-0
U-21 landsliðs-EM undankappingardystur í Novi Sad í Serbia
Dómarabólkur úr Svøríki: Adam Ladebäck, Daniel Yng, Christian Tennstedt og Granit Maqedonci (4. dómari)
Føroyar: Bárður á Reynatrøð – Hanus Sørensen, Andrias Edmundsson, Børge Petersen, Pætur Turiðarson Skipanes – Símun Sólheim (Áki Johannesen, 90.), Noah Mneney, Magnus Holm Jacobsenb, liðformaður (Gullbrandur Øregaard, 59.), Lukas G. Giessing (Óli Eyðsteinsson Poulsen, 90.) – Ragnar Skála (Jónas Warner, 59.) – Jonn Johannesen
Á beinkinum: Bjarti Vitalis Mørk, Jóhann Hansson Joensen, Jóhan Renéson Thomsen, Ingi Jonhardsson, Aleksandur Ó. Jensen
Gult kort: Magnus Holm Jacobsen, Noah Mneney,