Atli Gregersen: Eitt lætt mál at skora (Rás2)

(Rás2) Atli Gregersen gjørdist ígjár elsti A-landsliðsspælarin nakrantíð at skora mál fyri Føroyar

TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðuna Rás2 gjørdi í gjárakvøldið við liðskiparan og málskjúttan hjá Føroyum, Atla Gregersen sum saman við liðfeløgunum á landsliðnum spældi javnleik 1-1 ímóti Lettlandi í venjingardysti í Marbella í Spania.

 

Talan er um fyrsta landsliðsmálið hjá Atla Gregersen, ið samstundis er søguligt á tann hátt, at Atli Gregersen er tann elsti landsliðsspælarin, ið skorar sítt fyrsta landsliðsmál fyri føroyska A-landsliðið. Atli Gregersen er nú eisini tann elsti A-landsliðsspælarin, ið hevur skorað fyri Føroyar-

 

Atli Gregersen var 35 ár, 9 mánaðir og 7 dagar gamal tá hann skoraði fyri Føroyar ímóti Lettlandi í fyrra hálvleiki ígjár. Egil á Bø átti gamla metið, sum tann elsti landsspælarin at skora fyrsta málið fyri føroyska A-landsliðið. Egil á Bø var 35 ár, 6 mánaðir og 12 dagar gamal, tá hann við einum flottum stútara 14. oktober í 2009 skoraði á útivølli í Rumenia, tá Føroyar taptu 1-3 ímóti Rumenia í HM-undankappingardysti.

 

Fróði Benjaminsen var 35 ár, 8 mánaðir og 23 dagar gamal tá hann skoraði sítt seinasta landsliðsmál. So Atli Gregersen er elsti málskjútti á landsliðnum yvirhøvur. Fróði Benjaminsen skoraði sítt seinasta landsliðsmál fyri Føroyar 6. september í 2013 í Astana í Kasakstan, tá Føroyar taptu 1-2 ímóti Kasakstan í EM-undankappingardysti. Skorar Fróði Benjaminsen í einum landsdysti í ár er Fróði aftur elsti málskjúttin hjá føroyska A-landsliðnum nakrantíð.

 

Atli Gregersen ger tó ikki nógvan háva burturúr málinum, men sigur, at talan var um ein lættan bólt at seta inn. 

 

Um dystin sigur Atli Gregersen, at fyrri hálvleikur tá Føroyar vóru á odda vísti, at liðið hevur eitt høgt toppstøðið, men samstundis ásannar Atli, at seinni hálvleikur tá Lettland var betra liðið vísti, at botnstøðið hjá føroyska liðnum er ov lágt.