Morgunsendingin hjá Rás2 markeraði bragdið hjá Víkingi í morgun.
Atli Gregersen, liðskipari var beinleiðis ígjøgnum. Tað var ein hásur Atli, sum staðfesti, at lagið hevði verið framúr gott, og sungið varð langt út á náttina. Atli er sera stoltur um avrikið hjá sínum liði, og teir fara nú undir uppgávuna ímóti kroatiska Rijeka í 3. umfari við góðum treysti.
TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr Atla Gregersen seta orð á ta stóru upplivingina á Alfheim leikvøllinum í Tromsø.