Fótbóltur
- Umframt at vera ein góður liðfelagi, so er Atli eisini ein spælari, sum altíð gevur seg heilt. Bæði tá ið vit venja, og tá ið vit spæla dystir, er hann væl fyrireikaður.
Hetta vóru nøkur av rósandi orðunum, sum Frem venjarin, Anders Theil, leygarkvøldið, tá ið Frem hevði jólaborðhald, hevði at geva føroyska landsliðsspælaranum, Atla Danielsen, sum venjararnir og leiðararnir hjá danska 1. deildarliðnum høvdu kosið at vera besta Frem spælara í 2008.
Tað ber ikki til at siga annað, enn at tað hevur gingið skjótt hjá Atla Danielsen at vinna seg upp á tindin í Frem: 1. apríl í fjør spældi hann fyrstu ferð á liðnum. Higartil hevur hann spælt 55 dystir, og hann hevur skorað trý mál. Fyri tað mesta spælir Atli á miðvøllinum, men onkra ferðina hevur hann verið í miðverjuni.
Í grundgevingini fyri at kjósa føroyska landsliðsspælaran at vera tann besta í 2008, varð tikið soleiðis til:
- Tað verður ikki altíð lagt so nógv til merkis, hvønn leiklut Atli hevur, sjálvt um hann megnar at vera alla staðni, har tað gongur fyri seg. Uttan mun til hvussu tað gongst, so stríðist Atli, inntil dómarin hevur bríkslað fyri síðstu ferð. Harafturat er Atli ein klókur og taktiskt stinnur spælari, sum er sera tilvitaður um tað, sum gongur fyri seg, og hann dugir væl at taka rættar avgerðir. Hann sparkar væl við báðum beinum, og støðið í fyrstu nertingunum hjá honum er høgt. Hann er góður í samanspælinum, og so er hann so vælsignað róligur í spælinum, søgdu Frem ábyrgdarpersónarnir, sum løgdu afturat:
- Atli Danielsen hevur verið framúr í 2008, sum annars hevur verið eyðkent av nógvum turbolensi. Aftur og aftur hevur hann gingið á odda, tá ið tað skuldi stríðast fyri at fáa týdningarmikil stig á kontina. Hann hevur avgjørt ikki spart seg sjálvan.
Tí hevur tað verið upplagt hjá okkum at kjósa Atla Danielsen til besta Frem spælaran í 2008, søgdu venjararnir og leiðararnir í Frem í síni grundgeving, tá ið teir undir jólaborðhaldinum leygardagin kunngjørdu valið av ársins spælara.
Liðfelagarnir fegnaðust saman við føroyska landsliðsspælaranum, sum teir væl og virðiliga untu heiðurin av verða kosin besti spælari.
Hetta er aðru ferð, at føroyskur landsliðsspælari verður kosin at vera ársins spælari í Frem. Í 2005 var sami heiður vístur Jón Róa Jacobsen, sum síðani í summar aftur er í Frem, eftir at hann í tvey ár spældi í AaB.
Setningurin hjá Atla Danielsen og liðfeløgunum verður at halda tørn um plássið í næstbestu donsku deildini. Eftir 15 av 30 umførum er Frem á 8. plássi við 18 stigum. Nummar 14, 15 og 16 flyta niður. Í løtuni er felagið hjá Toda Jónsson, FC Amager á 14. plássi við 14 stigum. Tað vil siga, at tað eru fýra stig frá Frem og niður til strikuna.