Atli endaði við góðum avriki men keðiligum úrsliti (FM1)

(FM1) Hoyr seinastu samrøðuna við Atla Gregersen sum liðskipari hjá føroyska fótbóltslandsliðnum

##med2##

Aftaná EM-undankappingardystin millum Svøríki og Føroyar á Friends Arena leikvøllinum í Stokkhólmi gjørdi Tróndur Arge tað seinastu samrøðuna við Atla Gregersen í leiklutinum sum liðskipari hjá føroyska landsliðnum.

Atli Gregersen viðgongur, at tað var rørandi at hoyra tjóðsangin á seinasta sinni sum landsliðsleikari.

Um dystin sigur Atli, at dysturin í kvøld uppsummerar undankappingina hjá føroyska fótbóltslandsliðnum á mangan hátt. Talan var um eitt gott leikligt avrik og ein góðan hugburð, men talan er um eitt súrt 0-3 tap. Atli heldur avgjørt, at føroyska liðið hevði uppiborið betur.

Á ljóðfíluni omanfyri ber til at hoyra seinastu samrøðuna Tróndur Arge gjørdi við Atla Gregersen í leiklutinum sum liðskipari hjá føroyska fótbóltslandsliðnum.

 

In.fo, Sosialurin og FM1 takka Atla Gregersen fyri tíðina á landsliðnum, og vit ynska honum bestu eydnu framyvir. 

 

(Samrøða: Atli Gregersen)