TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðuna Tróndur Arge gjørdi við verjuskansan, Atla Gregersen aftaná tepra 0-1 tapið ímóti Finnlandi í Helsinki fyrr í kvøld.
Atli fann nøkur lýsingarorð fram, sum ikki so ofta eru at hoyra, tá hann skuldi lýsa avrikið - ella manglandi avrikið - hjá tí pólska dómaranum, sum í eygunum hjá mongum føroyingi varð ógvuliga einoygdur í sínari døming í kvøld. - Dómarin var ein grýla, er bersøgna metingin hjá Atla av avrikinum hjá Marcin Borski.
Atli dugir tó at fegnast um, at føroyingar dugdu at finna tað góða spælið fram í fyrru helvt av seinna hálvleiki, og við eitt sindur av neyvleika fingu vit stig í kvøld.










