Atli Danielsen verður á miðvøllinum

Tað er mest sum greitt, at Atli Danielsen, Atli Gregersen og Arnbjørn T. Hansen, sum vóru á beinkinum frá byrjan seinast, verða við frá byrjan í kvøld. Annars verður eingin broyting. Landsliðsvenjarin vil framvegis ikki avdúka, hvør fer at umboða Føroyar í kvøld. Portalurin veit hinvegin frá álítandi keldum, at tað verða tríggjar broytingar á liðnum, sammett við liðið, sum spældi fríggjakvøldið.

 

Brian Kerr skal gera tríggjar broytingar. Jóhan Troest Davidsen og Jóan Símun Edmundsson eru leikbannaðir, og Daniel Udsen er skaddur. Tað er nógv sum bendir á, at tað verður verjukendi miðvallarin, Atli Danielsen, sum loysir av framrættaða Daniel Udsen. Atli Gregersen verður í miðverjuni, og Arnbjørn Hansen verður fremsti maður.

 

Liðið sær helst soleiðis út: Jákup Mikkelsen ? Jónas Tór Næs, Atli Gregersen, Rógvi Baldvinsson, Einar T. Hansen ? Pól Jóhannus Justinussen, Atli Danielsen, Fróði Benjaminsen, Hjalgrím Elttør ? Christian Lamhauge Holst ? Arnbjørn T. Hansen.

 

Dysturin millum Føroyar og Estland byrjar á Svangaskarði klokkan 19.30.