B36 og Atli Danielsen eru komin ásamt um sáttmála, sum knýtur 27 ára gamla landsliðsspælaran at B36 komandi hálvtannað árið. Atli er uppvaksin í KÍ, men seinnu árini hevur hann verið í Danmark í lestrarørindum, og hevur hann her støðugt spælt við í næst bestu donsku deildini. Nú er útbúgvingin liðug, og tí hevur Atli saman við familjuni gjørt av, at leiðin gongur aftur til Føroyar.
- Vit hava alla tíðina havt tað greiðu støðu, at vit í størri mun skulu menna okkara egnu spælarar til framtíðar avbjóðingar. Og tað er framvegis fremsta mál okkara, sigur Sámal Ímundarson, formaður í B36.
- Hinvegin ásanna vit eisini, at vit ikki hava verið nóg dugnalig á hesum økinum seinnu árini, og tí er spælarahópurin dekan ov tunnur, um vit skulu standa okkum móti teimum skaðum og leikbannum, sum altíð vilja koma í einum longum kappingarári. Og vit hava tann greiða politikk, at verða spælarar knýttir at hópinum, so skal talan vera um spælarar, sum veruliga styrkja hópin, sigur Sámal Ímundarson, formaður í B36.
- Og tað hava vit fingið við Atla. Vit vita, hvat hann stendur fyri bæði sum spælari og sum persónur, og tí ivast vit ikki í, at vit her hava ein spælara, sum verður felagnum til stórt gagn í fleiri ár.
- Skulu ungu spælararnir mennast, so er tað avgjørt av týdningi, at teir hava sterkar og royndar spælarar at stuðla seg at, og eisini her verður Atli ein sentralur persónur, ið við sínum royndum sum spælari og við sínum menninskjansligu førleikum verður við til at menna og styrkja ungu spælararnar, sigur B36-formaðurin.
Sjálvur sigur Atli, at ítróttarliga er B36 eitt sera spennandi felag at koma til júst nú.
- Tá eg skuldi gera av, hvar eg skuldi spæla fótbólt, nú vit flyta heim til Føroya, vigaði ítróttarligi parturin sera nógv. B36 hevur ein sera spennandi hóp, og sum tað sær út, so havi eg her møguleikan at vera við í stríðnum um meistaraheitið, og tað er nakað, sum eg fegin vil royna.
- Hartil telur tað eisini nógv rætta vegin, at eg kenni fleiri spælarar í hópinum. Eitt nú havi eg kent Símun Joensen og Heina í Skorini frá barnsbeini, eins og Meinhardt Joensen eisini er partur av hópinum. So eg ivist onga løtu í, at eg komi at trívast í hópinum, sigur Atli Danielsen við B36 heimasíðuna.