Atli Danielsen fer komandi ár aftur at tørna út fyri barndómsfelagið.
Hetta var kunngjørt á ársveitsluni hjá KÍ í kvøld. Atli Danielsen hevur skrivað undir ein tvey ára sáttmála við KÍ. Atli Danielsen hevur síðsta hálvtannað árið spælt við B36, áðrenn tað spældi hann í næstbestu donsku fótbóltsdeildini. Fyrst við Frem og síðani við Roskilde.
Samstundis boðaði leiðslan í KÍ frá, at venjarin Páll Guðlaugsson hevur skrivað undir ein eitt ára sáttmála við KÍ.