Atli Danielsen hevur seinastu tíðina royndarvant í danska 1. deildarfelagnum Frem. Atli vandi við liðnum áðrenn jól, og hann hevur verið aftur í felagnum eftir nýggjár.
Leygardagin spældi Frem venjingardyst ímóti Avarta, og her slapp Atli veruliga at royna seg. Atli spældi við allan dystin, og hann slapp at royna seg bæði á miðvøllinum og í miðverjuni. Atli fekk einasta gula kortið í dystinum.
Frem vann dystin 3-0, og heimasíðan hjá Frem skrivar, at Frem var tað betra liðið allatíðina.