Atli Danielsen var ein av spælarunum hjá Frem, og hann skoraði nógv mál. Í seinasta og avgerandi dystinum um at sleppa víðari úr bólkinum, var málmaðurin hjá Frem útvístur og mótstøðuðuliðið fekk brotsspark. Tað bjargaði Atli, og hann tryggjaði harvið liðnum víðari luttøku í kappingini um DM í innandurafótbólti.