Í kvøld skal Atli Danielsen á fyrsta sinni royna seg móti barndómsfelagnum, tá B36 vitjar í Klaksvík. Fult umfar er í Vodafonedeildini í kvøld. Í fleiri førum er talan um spennandi og avgerandi dystir.
Tað verður ein serligur dystur, eg havi ikki roynt at spælt móti KÍ fyrr. Eg má eisini fyrireika meg upp á at onkur kanska fer at rópa okkurt eftir mær, men tað má eg bara eisini taka við. Tað er ein partur av spælinum, segði Atli DAnielsen um dystin í kvøld í sendingini, 3.Hálvleikur, á Rás2 sunnudagin.
Umframt Atla Danielsen , so eru tveir aðrir leikarar á vøllinum í Klaksvík í kvøld, sum hava spælt við KÍ øll ungdómsárini og eru frá 83 árganginum. Talan er um Símun Joensen, sum er vinstri bakkur hjá B36 og liðskiparin hjá KÍ, Hjalgrím Elttør.
Rás2 sigur frá dystinum í Klaksvík. Byrja verður at senda eftir tíðindini klokkan 17.
Dystirnir í Vodafonedeildini í kvøld eru:
Víkingur B68 Ransin N. Djurhuus (17:30)
KÍ B36 Omar Rafiq(Nor) (17:30)
NSÍ 07 Vestur Lars Muller (18:00)
HB EB/Streymur Dagfinn Forná (18:00)
ÍF B71 Petur Reinert (18:00)










