Hóast fleiri av stóru og ríku ensku feløgunum sýna áhuga fyri eitt nú Diego Forlan, Sergio Agüero og Maxi Rodriguez, so sigur Atletico Madrid, at teir hava ongar sum helst ætlanir um at selja spælararnar. – Vit hava ikki móttikið nakað formligt boð upp á spælararnar, og vit ætla okkum heldur ikki at selja nakran teirra. Líkamikið hvør upphæddin er, sigur Jesus Garcia Pitarch, sum er ítróttarstjóri í felagnum.










