Atletico Madrid fjeppari saksøkir UEFA

José Antonio Campon saksøkir UEFA fyri eitt mál í Champions League finaluni, sum hann metir var offside

Atletico Madrid-fjepparin, José Antonio Campon hevur lagt sak ímóti evropeisku fótbóltssamgonguni, UEFA. Tað skrivar spanska blaðið AS.

 

José Antonio Campon krevur eina upphædd, sum svarar til 13.500 krónur í okkara peningi í endurgjaldi.

 

Endurgjaldið verður kravt fyri atgongumerkið José Antonio Campon hevði keypt til Champions League finaluna millum Atletico Madrid og Real Madrid, og er eisini fyri sálarliga skaðan José Antonio Campon hevur fingið av málinum Sergio Ramos skoraði í Champions League finaluni, tá Sergio Ramos skoraði til 1-0 til Real Madrid.

 

Sambært José Antonio Campon var Sergio Ramos rangstaddur, tá hann skoraði. Atletico Madrid javnaði til 1-1 í seinna hálvleiki, men Real Madrid vann kortini finaluna aftaná brotssparkskapping. José Antonio Campon heldur, at óregluliga 1-0 málið hjá Real Madrid ávirkaði dystin neiligt, og var til fyrimunar fyri Real Madrid. - UEFA brúkti ikki nóg nógva orku uppá at tryggja, at reglarnir vóru hildnir, og teir valdu ein dómara - Mark Clattenburg - sum ikki hevði støðið til at døma, og til at skilja, at Sergio Ramos var rangstaddur, tá hann skoraði til 1-0 til Real Madrid, skrivar José Antonio Campon. 

 

José Antonio Campon krevur eisini, at UEFA innførir videodøming, eisini tá tað kemur til avgerðir um rangstøðu. José Antonio Campon vísir á, at innan fleiri aðrar ítróttir er vanligt við videodøming. José Antonio Campon heldur, at skeivu avgerðirnar hjá fótbóltsdómarunum altíð ganga útyvir tey veikastu.

 

Carlos Mendez, sum er sakførari hjá José Antonio Campon væntar, at videodøming verður innførd í fótbólti. Tøknin er til staðar, men verður bara brúkt í samband við ivasamar støður, tá ivi er um eitt mál er skorað ella ikki. Carlos Mendez heldur, at tað er bara í fótbólti, at slíkar órættvísar støður uppstanda. - Um tú fert í biograf, og filmurin einki ljóð hevur, so fært tú pengarnar aftur. Hetta er júst tað sama. Tá ein ikki ger sítt arbeiðið til lítar, so má ein rinda fyri avleiðingarnar av tí. Tí seta vit hetta kravið fram ímóti arbeiðsgevaranum, UEFA, og starvsfólki teirra, Mark Clattenburg, sigur Carlos Mendez við AS. 

 

Atlético Madrid veit um sakarmálið hjá José Antonio Campon, men ynskir ikki at verða partur av sakarmálinum.