Nú skal aftur eitt atlas gerast. Aftur verður spurt, hvussu lond skulu stavast - og aftur eru miðlarnir farnir at skriva um "alfabetmálið". Men tað, sum verður sagt, er ikki heilt rætt.
Næstsíðsta fríggjadag skrivaði Heini Gaard t.d. í Dimmu, at mítt uppskot um at autorisera latínska alfabetið í fullum líki "fall á løgtingi". Tað er ikki beint.
Og síðsta fríggjadag skrivaði Bjarni Djurholm í Sosialinum, at løgtingið "samtykti... at c,q,w,x og z aftur fáa síni sjálvsøgdu pláss í alfabetinum". Tað er heldur ikki beint.
Veruleikin er einastaðni mitt ímillum. Hann er hesin:
Undir báðum orðaskiftunum á løgtingi um uppskotið gjørdist greitt, at tað á løgtingi var stórur meiriluti fyri teirri hugsan, at vit skulu nýta latínska alfabetið í fullum líki.
Undir viðgerðini í mentanarnevndini gjørdist greitt, at har var full semja um hetta sama.
Ein meiningarkanning varð eisini gjørd meðan málið var til viðgerðar, og hon vísti, at ein stórur meiriluti av føroyingum heldur, at føroyingar skulu hava sama alfabet sum onnur.
Alt bendi sostatt á, at uppskotið fór at verða samtykt.
Atfinning tikin til eftirtektar
Nakrir málfrøðingar og nakrir kjakarar hildu kortini, at vit skulu varðveita tað skerda alfabetið. Eg helt ikki, at argumentini hjá hesum fólkum sum heild vóru sannførandi. Men tey høvdu eina atfinning, sum eg tók til mín: Nevniliga at løgtingið ikki skal lóggeva um málsligar spurningar. Tey vístu á, at tingfólk ikki eru serfrøðingar í máli, og spurdu hvat næsta málsliga stríðsmál verður, sum endar á tingborði.
Hesin viðkomandi kritikkur varð tikin til eftirtektar.
Tí varð uppskotið um at áseta alfabetið við lóg aldrin lagt til atkvøðugreiðslu. Eg broytti tað sjálvur til eitt uppskot um at "skipa eitt málráð, har ymiskar málpolitiskar fatanir verða umboðaðar, og sum skal hava myndugleika at gera av spurningar av málsligum slagi."
Uppskotið varð 8. oktober 2009 samtykt við 21 atkvøðum fyri, trimum blonkum og ongari ímóti.
Tá atkvøtt verður um eitt uppskot, tekur løgtingið bert støðu til uppskotið sjálvt - og ikki til viðmerkingarnar til uppskotið. Men ein fullsamd mentanarnevnd hevði kortini í viðmerkingunum eitt greitt tilmæli til tað komandi málráði um, at tað fulla alfabetið skal autoriserast í Føroyum.
Seinni tók Málnevndin á Føroyamálsdeildini spurningin til viðgerðar, og eisini har var full semja um, at allir latínsku stavirnir skulu hýsast í okkara alfabeti.
Uppskotið varð altso hvørki felt ella samtykt - men Løgtingið gav sína greiðu støðu til kennar.
Fullur amboðskassi
Síðani hevur Helena Dam á Neystabø, í samsvari við løgtingsins vilja, snikkað til eitt uppskot um eitt breitt samansett Málráð.
Málráðið verður suverent. Men tað mest sannlíka man kortini vera, at støða ráðsins til alfabetið verður í samsvari við tað, sum meirilutin av føroyingum heldur. Sum meirilutin av løgtinginum heldur. Sum ein samd málnevnd heldur. Og sum ein samd mentanarnevnd hevur mælt til.
Hendir tað, verður ikki neyðugt at skáksigla uttanum ávísar bókstavir, tá nýggja atlassið verður gjørt.
Alfabetið er málsins grundleggjandi amboðskassi. Fyri nøkrum árum síðani vórðu fimm amboð tikin úr kassanum. Tað hevur órógvað føroyska málrøkt, og gjørt málið meira stirvið enn neyðugt.
Nú er at vóna, at tey fimm amboðini verða løgd upp á pláss aftur. Tí tá verður munandi lættari at smíða eitt atlas, sum øll taka til sín.