Tað var av sonnum spenningur í luftini leygarkvøldið, tí fyrireikararnir lótu fólk skilja, at her var ein skúta, sum fór frá bryggju fyri fullum seglum.
Talan var í veruleikanum um eina tvíbýtta eind; Prix finala og AME. Finaluna umrøddu vit í blaðnum í gjár, so hana fara vit at sleppa okkum heldur skjótt framvið. Skemtiligt er tó at merkja sær, at vælupplagdir finaluluttakarar tóku harðliga orðaskiftið síðani semifinaluna við løttum sinni. Terji og hansara menn undirstrikaðu orðini um, at teir eldru tónleikararnir vunnu við betri hondveri, við at koma á pall sum hondverkarar við smekkubuksum og hamara. Go go Blues splædi sín bláa tónleik til eitt fyrstapláss, og Eyðun og Showmenn lótu lagið So nógvar Røddir byrja við vælrakandi viðmerking til orðaskiftið, og so hóskaði teksturin annars eisini so sera væl.
At ongin av finaluluttakarunum visti, at dómararnir ikki skiltu speisemið ella orðingar, var spell. Bert útlendskir dómarar dømdu, so hesar viðmerkingar fóru helst framvið hjá teimum.
AME
Efir Pipar & Salt høvdu hitað upp og eftir prixfinaluluttakararnar, komu øll tey á pall, ið vóru boðin at taka lut í AME. Eitt blómutyssi av tí besta, ið føroyskur tónleikur hevur at bjóða, samstundis, sum AME heiðurslønir skuldu latast.
Eivør kom á pall við grønlendskari trummu og einsamøll á palli trøllabant hon veruliga. Ein sera flott framførsla. Síðani sang hon við guitara Send me the Pillow. Eitt løgið sangval, hildu summi. Hvussu er og ikki, so riggaði eisini hesin sangurin, tá Eivør sang hann, men hvussu umboðandi hann er, er kanska ein annar spurningur.
Guðrun kom á pall saman við ? tí fyri fleiri kanska ókenda ? Neil Joensen. Tey bæði hava í fleiri ár spælt saman. Saman við sær høvdu tey Agnar Lamhauge á kontrabassi. Imagine riggaði sera væl. Síðani sungu tey Tú dregur meg sum ein magnetur. Hetta er eisini eitt gott val úr føroyska sangskattinum. Tó tóktist í støðum, sum saknaðu tey samanspælið ? vóri ikki heilt samanspæld, tó at tað riggaði og Guðrun prógvaði atdráttarmegina í røddini.
Makrel setti aftur meira lív í og endurtók flottu framførsluna frá undanfarnum umførum. Í góðu útgerðini tók Makrel seg væl út, eisini hóast okkurt tøkniligt brek var við eina guitaranum eina løtu. Makrel skaptu veruligt huglag og teirra teldustýrda ?bakteppið? er avgjørt við til at undirstrika hetta.
Dejavu komu aftur í aftur á AME. Teir høvdu eisini bás, har teir løgdu fram nýggju, góðu og sera snotiligu fløguna. Á pallinum tóku teir seg væl út og vit fingu eina heildarmynd, ið hevði alt; tað stilla og tað eitt sindur harðari og væl svingandi. Eisini veruligt huglag á palli.
Kristleif spældi sín longu vælkenda tónleik og framførslan saman við sterku manningini sat sum hon skuldi. Sama við Høgna Lisberg, sum tó kanska gjørdi onkran bilsnan við tónum, sum vóru eitt sindur harðir í støðum. Ikki bert ein guitari, ein maður. Men gott var tað ? bæði hjá Kristleifi og Høgna.
So kom eitt veruligt orkubrak. 200 stillaðu upp allir sum ein fremst á pallinum. Trummurnar fremst og í miðuni og so koyrdi tað bara, baby. Við kór- og vøddahjálp frá manning úr Makrel. Eitt orkubrak, sum fólk veruliga tóktist taka til sín- sum um, at fólk eru við at klára at svølgja 200. So er spurningurin um tað er tað teir vilja, ella um teir nú mugu longur út, fyri enn at kunna flyta mørk.
Týr hevði sera góða ljóðmynd og framførslan hugtók. Grani bar gullið, innan hann headbankaði víðari. Hart, kontant og gott.
Vinararnir frá seinasta prix ? Gestir ? vóru sjálvskrivaðir luttakarar. Teir komu eisini við góðari framførslu ? seig framførsla í støðum, sum teir so ofta borga fyri, men eisini okkurt brak. Teir eru egnir, og stuttigt at hoyra, at teir enn kunnu vitja, hóast teir hava verið sjáldsamir gestir á palli síðstu tvey árini.
Í alt var AME ein succes. Hóast tað tóktist, sum var ikki fullsett í Norðurlandahúsinum. Heilt unga ættarliðið var ikki til staðar og mong hava óivað eisini valt at fylgja við í útvarpi ella sjónvarpi. Men áoyrarar vantaðu tó ikki, og tey, sum høvdu leitað sær í Norðurlandahúsið, fingu teir síðstu metrarnar av tónleika- og ljóðgóðsku, sum ikki røkka út í stovurnar.
Tað er nakað annað at hoyra tónleik live. Og AME staðfesti, at sjálv upplivingin er nakað fyri seg. Eisini í føroyskum tóneiki. Tónleikarar, vertir, fyrireikarar, ljóð- og ljósmenn gjørdu sítt arbeiði væl, sera væl, og syrgdu fyri, at ein hin størsta tónleikahendingin í Føroyum riggaði sum hon skuldi.










