Tað hevur ikki gingið so væl við oljuleitingini á Atlantsmótinum ella rættari vestari fyri Hetland hetta seinasta árið. Hetta og tann sannroynd, at ætlaða útbjóðingin í bretskum øki er vorðin nakað seinkað hava gjørt, at oljuídnaðurin ikki minst í Bretland eygleiðir komandi leitisgeving á føroyskum øki við stóru áhuga. Tað eru tey, sum siga, at hava oljufeløgini ikki eydnuna við sær á føroyska partinum av Atlantsmótinum, so fer altjóða oljuheimurin at avskriva Atlantsmótið sum eina komandi oljuprovins. Hinvegin verður eisini mett, at leiting og fund á føroyskum øki, kunnu birta nýggjar vónir til alt økið.
Í fjør vórðu boraðir fimm kanningarbrunnar á djúpum vatni vestan fyri Hetland, og allir vóru teir turrir. Feløgini, sum boraðu, vóru Enterprise, Marathon, Texaco og Agip. Hetta eru somu feløg, sum vit finna millum umsøkjararnar á føroyskum øki.
Hóast hesi vána úrslit er tað kortini ein boring, sum er í gongd í løtuni, ið vekir rættiliga stóran áhuga. Tað er oljurisin ExxonMobil, sum borar við pallinum Jack Bates triðja árið á rað í blokkinum 214, ið liggur norðan fyri verandi oljufeltini Foinaven og Schiehallion og so tætt upp at føroyska markinum hugsast kann. Keldur, sum Sosialurin hevur tosað við, halda, at tað er ikki útilokað, at ExxonMobil í fjør gjørdi eitt risastórt gassfund júst á hesi leiðini. Felagið hevur tó einki viljað sagt. Í oljuheiminum verður júst hetta møguliga fundið mett at kunna fáa lív í aftur Atlantsmótið.
Tað eru funnin fleiri smærri gassfelt vestan fyri Hetland so sum Victori og Torridon, men tað skal eitt stórt gassfund til fyri at fáa eina lønandi framleiðslu í gongd. Tað liggur eisini ein umfatandi verkætlan og bíðar, sokallaða Auroraprojektið, um stórar nøgdir av gassi verða funnar. Tá er so ætlanin at knýta ymsu gassfeltini saman og flyta gassið til eina støð í Skotlandi, har tað verður viðgjørt til víðari nýtslu. Hava ExxonMobil gjørt eitt stórt gassfund, so kann henda verkætlanin gerast veruleiki.
Clair spøkir aftur
Annars verða stórar vónir settar til eina útbygging av Clairfeltinum, sum varð funnið í 1978 men sum orsakað av ymsum forðingum, sum tó við nútímans tøknini í dag ikki eru so stórar, ongantíð er sett at fara undir framleiðslu. Nú ter øðrvísi. BP og onnur feløg arbeiða í løtuni við at velja millum ymsar palloysnir, og roknað verður við, at ein framleiðsla kann byrja frá hesum risastóra oljufeltinum um eini trý ár. Tað kann so aftur fáa stóran týdning fyri alt økið sum tað er.
Eisini verður arbeitt við eini ætlan at leggja eina rørleiðing frá Foinaven og Schiehallion feltunum at flyta gass fyrst til lands í Hetlandi og síðani víðari til oljufeltið Magnus í Norðsjónum. Endamálið við hesum er fyri tað fyrsta at loysa trupulleikan við avlopsgassinum og síðani at brúka gassið frá hesum feltum til at trýsta upp oljuna í Magnusfeltinum.
Tað er greitt, at verður nakað av øllum hesum og verður olja og gass funnið við Føroyar, so kann hetta samanlagt skapa eina heilt nýggja og týðandi oljuprovins á Atlantsmótinum, sum so aftur fer at draga mong onnur av heimsins stóru oljufeløgum til økið við íløgum.
Men tað kann ganga báðar vegir. Hinvegin er eingin ivi um, at vit í løtuni eru á einum týðandi vegamóti. Og nettupp dagurin 17. august, sum verður hildin í Norðurlandahúsinum, við handan av fyrstu loyvunum á føroyskum øki, er ein avgerandi partur av hesum vegamóti.th;uni við tað drúgva fyrireikingarbeiðið, sum er gjørt undan fyrstu loyvisgevningini. Hann vísti á, at tað frá almennari síðu eru gjørdar nógvar fyrireikingar til oljuleiting, ikki bara í Oljumálastýrinum og Jarðfrøðisavninum, men í umsitingini sum heild. Her kann serliga verða nevnt arbeiðið, sum í løtuni verður gjørt í sambandi við tilbúgvingarætlanina. Talan er um eina rættiliga fjølbroytta verkætlan, ið flestu aðalstýrini onkursvegna eru uppí, t.d. verður ætlanin fyriskipað av Vinnumálastýrinum, Fiskimálastýrið hevur ábyrgdina av tilbúgvingini til havs, Almanna- og heilsumálastýrið av m.a. sjúkrahústilbúgvingini, Løgmansskrivstovan av møguligum lógarbroytingum og millumlandaviðurskiftum, meðan Oljumálastýrið hevur ábyrgdina av tí partinum, sum beinleiðis hevur við frálandsvirksemið at gera. Sum heild gongur hetta arbeiðið væl, men talan er um eina stóra uppgávu, sum krevur gott samstarvsstev millum allar teir luttakandi partarnar segði landsstýrismaðurin.
Áðrenn uppskotið um fyrsta útbjóðingarumfarið varð latið løgtinginum seinasta heyst helt landsstýrismaðurin ein fund við reiðara- og manningarfeløgini, har greitt var frá útboðsøki og væntaðum virksemi. -Tað er sera umráðandi, at vit allatíðina kunna um oljuvirksemið, soleiðis at fiskivinnan og oljuvinnan kunnu samstarva so skynsamt sum møguligt. Ætlanin er tí seinni í heyst at skipa fyri líknandi fundi, har greitt verður frá, hvørjar avleiðingar oljuleitingin, t.e. bæði leitiboringar og seismikkur, kann hava fyri fiskiskap á leiðunum, har leitað verður. Møguliga eigur eitt fast samstarvsforum at verða skipað. Sambært kolvetnislógini skal ein endurgjalds- og skaðabótanevnd setast við umboðum fyri fiskivinnufeløgini og loyvishavarar til oljuleiting. Oljumálastýrið fer at taka stig til, at henda nevndin verður mannað skjótast møguligt.
Sambært kolvetnislógini skal landsstýrismaðurin annaðhvørt ár lata løgtinginum eina frágreiðing, ið skal vera grundarlag undir einum oljupolitiskum orðaskifti á løgtingi. Tá útbjóðingarlógin varð løgd fyri løgtingið í fjør, nevndi Eyðun Elttør, at hon kom ístaðin fyri frágreiðingina, sum av røttum átti at verið løgd fram fyrstu ferð í 1999. Samstundis varð nevnt, at ætlanin var at lata løgtinginum eina frágreiðing, tá leitingarloyvini eru latin. Miðað verður eftir at gera eina frágreiðing, sum kann fevna eitt sindur breiðari enn bara um sjálva loyvisveitingina. Ætlanin er at greiða frá tí sum longu er hent á oljuøkinum, t.d. umhvørviskanningum, granskingarætlanum, útbúgvingum, vinnumenning o.s.fr. Í øðrum londum verður ætlað um ókendu kolvetnisnøgdirnar ? t.e. nøgdir, ið ikki eru staðfestar við boringum ? men nøgdir, sum mettar verða at fjala seg í undirgrundini. Slíkar metingar hava vit higartil ikki gjørt í Føroyum, m.a. tí torført er at ætla um hesi viðurskifti á basaltøkjunum. Frágreiðingin í heyst fer at geva eitt boð uppá, hvørjar kolvetnisnøgdir talan kann vera um í pørtum av føroyska økinum.









