Atlantsljómur

- North Atlantic Choir Festival - Konsert í Fuglafjarðar kirkju í kvøld

Kórstevnan NACF (North Atlantic Choir Festival), sum á føroyskum hevur heitið Atlantsljómur, og sum hevur Verdis Requiem sum felagsverk, hevði sína fyrstu konsert í Norðurlandahúsinum í gjárkvøldið, har gestakórini úr Íslandi og úr Noregi framførdu egnar skráir.

Í kvøld kl. 19.00 hava somu kór, t.e. Langholtskirkjukórinn, Kammerkoret F.I.K.S. og Øystre Slidre Sanglag, konsert í Fuglafjarðar kirkju.

Øystre Slidre Sanglag, sum á konsertini í gjár hevði fjølbroytta skrá við fólkaløgum, klassiskum nútíðar norskum kórtónleiki og instrumentalum tónleiki helst úr heimstaðnum Valdres á munnharpu, hardingfele og seljefloytu, syngur í kvøld mest gamlar norskar kirkjuligar fólkatónar.

Kammerkoret F.I.K.S. hevur á konsertini í Fuglafirði í kvøld sína høvuðsskrá, sum er kirkjulig. Her verða dyggilig tónaverk at hoyra sum Missa misericordia eftir Egil Hovland og tær tríggjar motettirnar hjá Trond Kverno: Ave verum corpus, Ave maris stella og Corpus Christi Carol.

Íslendska kórið Langholtskirkjukórinn syngur aftur í kvøld mest tónleik hjá einum tí navnframasta tónaskaldinum í Íslandi í dag Þorkell Sigurbjørnsson, sum í ár fyllir 60 ár sum heiðursgestur er við á hesari Føroyaferð.


Konsertin á Eiði

er avlýst

Eftir upprunaætlanini skuldi kórkonsert eisini verða í Eiðis Kirkju í kvøld; men av tí at Havnarkórið, ið skuldi verða við á hesari konsert, hevur so nógv um oyruni í hesum døgum, mátti hendan konsert tíverri avlýsast.