Atlantsljómur

.

? The North Atlantic Choir Festival ? í Føroyum 29. juni til 5. juli 1998


Tá ið vit høvdu fingið ein mentanarmiðdepil sum Norðurlandahúsið í Føroyum, bar tað í sær bæði møguleikar og avbjóðingar eitt nú til føroyskt tónleikalív. Ein møguleikin og ein avbjóðingin var at skipa fyri stórum tónleikatiltøkum. Tann fyrsta av hesum slag vóru sokallaðu »Summartónleikadagar í Norðurlandahúsinum«, sum vórðu hildnir í seinastu viku av juni í 1984 ? árið eftir at Norðurlandahúsið varð tikið í brúk ? og um hetta mundið nøkur ár eftir tað.

Miðdepilin í hesum festivali, sum eisini fevndi um instrumentalar tónleikaframførslur, var Føroyakórið, sum var framhald av tí kóri, ið við kantatuni »Brúgvar« eftir Vagn Holmboe og Karsten Hoydal var við til at seta dám á upplatingardagin 8. mai 1983. Hetta kór var mannað við sangarum víða hvar í landinum; men tá i tað seinni bilti við undirtøkuni, datt hetta kórarbeiði niðurfyri og sostatt eisini »Summartónleikadagar í Norðurlandahúsinum«.

Við summarsiglingini hjá »Norrønu« í huga kom seinni fram hugskotið um eina kórstevnu í Føroyum á høgum stigi við sangarum og tónleikarum úr Vesturnoregi, Føroyum, Skotlandi, Íslandi og um møguligt eisini úr Grønlandi. Striltið gekk at fáa samband við Noreg, og ivasamt var tað við Grønlandi m.a. vegna kostnaðarmikla ferðasambandið; men eftir fundir við umboð fyri kórlív í Skotlandi og Íslandi, har eisini fyrireikararnir av stevnuhaldinum »Summartónar« vóru við í ráðleggingini, og eftir at samband var fingið við oratoriikór og symfoniorkestur í Oslo, sáttmáli gjørdur við solistar og dirigent og studningur játtaður frá norðurlendska mentanargrunninum, varð stevnt fram móti NACF-stevnu (North Atlantic Choir Festival) at verða seinastu viku av juni 1996.

Men tíverri kom hálvt ár innan ætlaða stevnuhaldið avboð vegna serligar trupulleikar frá íslendska kórinum, og tí var ikki longur grundarlag undir játtanini frá Nordisk Kulturfond, og avboð máttu sendast norsku kórsangarunum, symfoniorkestrinum, solistunum og dirigentunum. ? Hetta avboð var óheppið eisini hjá fyrireikarum av »Summartónum«, sum høvdu boðað frá framførslu av Verdis Requiem í teirra tíðindaskrivi um stevnuna 1996.

Í fjør var jubileumsstevnan »Kórstevnur Føroya tríati ár« á skránni; men nú stendur ATLANTSLJÓMUR ? føroyskt heiti fyri NACF ? beint fyri stavn og verður hildin í næstu viku frá mánadagi til og við sunnudag. Undir leiðslu Yaacov Bergmans, gitin kór- og orkesturleiðari úr USA, fara tá Kammerkoret F.I.K.S. og Øystre Slidre Sanglag úr Noreg, Havnarkórið úr Føroyum, Langholtskirkjukórinn úr Íslandi og Lyng-Taarbæk Symfoniorkester at arbeiða við høvuðsverkinum Verdis Requiem, sum við solistunum Óløf K. Harðardóttir og Jón Rúnari Arason úr Íslandi og Urszula Kryger og Krzysztof Borysiewics úr Pólandi verður framført í Norðurlandahúsinum leygardagin 4. og sunnudagin 5. juli.

Umframt hesar framførslur, har tey luttakandi telja um hálvtriðja hundrað luttakandi sangarar og musikarar, verður kórkonsert í Norðurlandahúsinum hóskvøldið 2. juli kl. 19.30, har øll fýra kórini hava hvør sína a cappella skrá, og kórkonsert fríggjakvøldið 3. juli, har Øystre Slidre Sanglag og Havnarkórið syngja í Eiðis kirkju og Kammerkoret F.I.K.S. syngja í Fuglafjarðar kirkju.

*