Atlantsflog vil nøkta oljutørv

Tilstundandi oljuleitingin við Føroyar er høvuðsorsøkin til, at føroyska flogfelagið Atlantsflog longu nú setir kósina móti Skotlandi ? við ikki minni enn tveimum flogferðum um vikuna, mánakvøld og hóskvøld.

 

FlogferÐsla

Jan Müller




Tilstundandi oljuleitingin við Føroyar er høvuðsorsøkin til, at føroyska flogfelagið Atlantsflog longu nú setir kósina móti Skotlandi ? við ikki minni enn tveimum flogferðum um vikuna, mánakvøld og hóskvøld. Upprunaliga ætlanin var at byrja 26. mars við einum túri um vikuna. Nú verður so farið í gongd 19. februar. Magni Arge, stjóri sigur, at hetta fer at geva eitt nú fólki í oljuvinnuni ein góðan møguleika at koma skjótt og bíliga til Føroya at halda fundir. Og hjá føroyingum at fara hinvegin. Tað gevur eisini góðar møguleikar at fara víðari til Stavanger og London sama kvøld. Og tað vendir so eisini øvugt, har tú kanst koma úr Stavanger og London og sleppa víðari til Føroya um sama mundið.

Magni Arge sigur, at teir gera sær stóran ómak at lurta eftir øllum teimum signalum, sum koma, og hesi eru m.a., at fundir verða hildnir í Keypmannahavn og London heldur enn í Føroyum, tí ferðingin er so trupul. Tað er hetta, sum Atlantsflog nú vil bøta um bæði fyri at veita eina eftirspurda tænastu og har-við fáa inntøkumøguleikar men esini fyri at skapa grundarlag undir virksemi her á klettunum. Tað er so eisini í samsvar við andan í oljulóggávuni, at virksemi, sum er tengt at eini komandi oljuleiting, skal so vítt møguligt fara fram í Føroyum. Dømi um slíka positiva gongd er m.a. tann sannroynd, at meðan ráðstevnur um oljuvinnu um okkara leiðir fyrr hava verið hildnar í Aberdeen, eru tær nú í Føroyum. Fyrsta slíka ráðstevna var í Norðurlandahúsinum í fjør og verður helst endurtikin í vetur.

Magni Arge sigur annars, at hyggja vit at hesi gongdini út frá einum menningarsjónarmiði, so hevur man brúk fyri at hava javnt og støðugt samband við økini rundan um okkum. Her er jú talan um eitt nýtt handilsøki. Eitt týttari samband skundar undir ein positivan útvikling og kann føroyska flogfelagið vera við til at byggja brýr millum londini bæði eins og gjørt hevur verið við Danmark og nú eisini Noreg.