Atlantsflog umhugsar rutuna til Hetlands

Um mjørki verður ov ofta í Hetlandi, er ikki vist, at Atlantsflog fer at lenda har í framtíðini

FLOGFERÐSLA

 
-Tann nýggja rutan hjá Atlantsflogi millum Hetland, London og Føroyar kann møguliga verða avtikin, um hetlendingar ikki sum skjótast fáa betri innflúgvingartól.
Soleiðis verður Magni Arge, stjóri í Atlantic Airways, endurgivin í Shetland News í dag.
Mánadagin fekk flogfarið úr <st1:City w:st=&quot;on&quot;$?$end$!$London</st1:City$?$end$!$ ikki sett seg í Hetlandi fyri mjørka, og tey 31 ferðafólkini vórðu í staðin flogin til Føroya, tí tað ikki bar til at finna innivist til teirra í <st1:City w:st=&quot;on&quot;$?$end$!$<st1:place w:st=&quot;on&quot;$?$end$!$Aberdeen</st1:place$?$end$!$</st1:City$?$end$!$. Tey sluppu tí ikki til Hetlands fyrr enn í gjár. Tá bar heldur ikki til at lenda í Sumburgh floghavnini, og flogfarið hjá Atlantsflog setti seg í staðin í oljufloghavnini Scatsta.<BR>- Hetta er fyrstu ferð, at vit hava flogið til Føroya við ferðafólki vegna mjørka, upplýsir Magni Arge fyri Sosialinum.
Magni Arge sigur við Shetland News, at um hetta verður gerandiskostur, so verður tað trupult at halda fram við at flúgva til Hetlands.
- Vit hava frammanundan trupulleikar orsakað av veðri í Føroyum, og tað verður ov torført hjá okkum at flúgva til tvær floghavnir, ið eru óstøðugar, sigur hann.
 
 
Hetland betur fyri enn Føroyar
 
Magni Arge sigur við Sosialin, at tey undir øllum skulu umhugsa rutuna til Hetlands, men at tað higartil hevur gingið væl við henni. Undirtøkan hevur verið vaksandi bæði úr Føroyum og Hetlandi, og nógv fólk hava eisini valt flúgva við Atlantsflogi úr London.
Magni Arge sigur, at tey fara at endurskoða rutuna til Hetlands tíðliga í heyst, og at tað veldst nógv um lendingarviðurskiftini, um hildið verður fram.
- Um tað hendir annan ella triðja hvønn mánaða, at vit ikki kunnu lenda, so kunnu vit liva við tí, sigur Magni Arge, men hann metir ikki, at Atlantsflog kann hava tvey støð, sum kunnu verða óstøðug. Mjørki kann jú sum kunnugt koma fyri í Føroyum, og tí vil Atlantsflog ikki hava eitt stað afturat, tey ikki kunnu líta á.
Hinvegin eru hetlendingar betri fyri í flogvallarhøpi enn føroyingar. Í Hetlandi eru nevniliga tvinnir flogvallir, og høvuðsflogvøllurin hevur tvær breytir. Tó hava ILS-tólini vanta, men Magni Arge sigur, at tey hjá Atlantsflogi hava fingið, at hetta kemur í rættlag í hesum mánaðinum.
Atlantsflog fór 23. juni undir nýggju flogrutuna til Hetlands, og flogið verður tvær ferðir um vikuna millum London, Hetland og Føroyar. 
Tað er sera misjavnt, hvussu ofta mjørki forðar fyri, at tað ber til at lenda í Vágum. Í fjør vórðu einar 60 lendingar útsettar vegna mjørka, og tað var tað mesta nakrantíð. Onnur ár hevur næstan einki flogfør útsett lendingina. Tað eru serliga útsynningur og sunnan, sum kunnu geva flogførum trupulleikar at lenda í Vágum.