Atlantsflog tryggjar størsta festivalljóðið nakrantíð

Stóru altjóða nøvnini, sum koma at spæla á Summar Festivalinum, seta stór krøv til ljóðútgerðina, og í ár skal Atlantsflog flúgva eyka útgerð inn, so at talan verður um størsta og besta festivalljóðið í Føroyum nakrantíð

Summar Festivalur

Ljóðið á Summar Festivalinum verður nakað heilt serligt.
Nógv eykaútgerð verður leigað uttanlands afturat tí stóru rúgvuni, sum finnist í Føroyum, og samanlagt verður talan um størsta festivalljóðið nakrantíð í Føroyum.
- Tað eru tvær orsøkir til, at nógv eykaútgerð verður leigað í ár. Onnur er, at stóru útlendsku bólkarnir krevja stórt ljóð, og hin er, at vit vilja gera betri ljóð til ein størri part av festivaløkinum, sigur Hans Andor Johannesen, sum hevur ábyrgdina av ljóðinum á Vágsbøi, har stórur konsertirnar á Summar Festivalinum verða hildnar.
- Í ár kunnu vit bjóða bæði betri og harðari ljóð, og talan verður um næstan tvífalt so stórt ljóðanlegg, sum vit brúktu á Summar Festivalinum í fjør.

Atlantsflog spennir seg út
Tað er ikki bara sum at siga tað at leiga ljóðútgerð av hesum slagnum uttanlands, og tað hevði ikki borið til hjá Summar Festivalinum at bygt ljóðanleggið út, um ikki føroyska flogfelagið Atlantsflog var við í ætlanini.
Atlantsflog spennir seg rættiliga út í sambandi við ljóðanleggið á Summar Festivalinum og flýgur eina rúgvu av útgerð heim úr Danmark beint undan festivalinum og avstað aftur eftir festivalin.
- Vit hava eitt slogan sum sigur, at tað skal verða stuttligari at búgva í Føroyum. Festivalarnir hava fingið stóran týdning fyri samfelagið, og vit vilja í verki virka fyri, at festivalarnir fáast at rigga væl, sigur Magni Arge, stjóri í Atlantsflogi.
- Í hesum førum flúgva vit ljóðútgerð heim, so at teir størstu útlendsku bólkarnir kunnu koma hendan vegin at spæla.
- Tað er umráðandi, at føroyingar hava góðar møguleikar at sleppa út í heim, men tað er eisini týdningarmikið, at vit kunnu lokka kendar bólkar og persónar til Føroya. Tað er gott fyri trivaðin í Føroyum, sigur Magni Arge.

Ljóð til 10.000 fólk
Millum útlendsku bólkarnar, sum sleppa at spæla ígjøgnum tað útbygda ljóðanleggið, eru David Phelps, Johnny DeLuxe og ikki minst The Rasmus, sum hevur sett stór krøv til støddina á anlegginum.
Talan verður tí um eitt rimmar rockbrak, tá ið The Rasmus fer at spæla á Summar Festivalinum fríggjakvøldið.
- Ljóðið á Summar Festivalinum í ár er gjørt til at kunna spæla fyri umleið 10.000 fólkum, sigur Hans Andor Johannesen, leiðandi tøkningur.