Atlantsflog sparir nakrar túrar burtur afturat

Tað sær ikki so gott út, sum vit høvdu vónað, sigur stjórin

Atlantsflog fer nú at skerja flúgvingina enn meiri. Jóhanna á Bergi, stjóri í Atlantsflog, sigur, at hesi næstu tíðina eru útlitini ikki so góð, sum tey høvdu væntað, og tað mugu tey lagað seg til.

Tískil verður ikki flúgving hvønn dag um vikuna ímillum Føroyar og umheimin, tí týsdagar og leygardagar verður eingin flúgving.

Annars verður flogið til Keypmannahavnar hinar dagarnar, men kortini ikki hvønn sunnudag heldur. Flogið verður til Billund tvær ferðir um vikuna, mánadagar og hósdag, men kortini ikki hvønn hósdag heldur.

Hesa næstu tíðina verður flogið beinleiðis til Bergen mánadagar. Tað eru nógvir føroyingar, sum arbeiða í Noregi, og sum hava tørv á hesum túrinum.

Jóhanna á Bergi sigur, at útlitini hesa næstu tíðina eru ikki so góð, sum tey høvdu vónað og í hesum døgum hevur Atlantsflog bara ein triðing av teimum ferðafólkum, tey høvdu áðrenn korona fór at ganga. Tað mugu tey laga seg eftir, og tí verður flúgvingin skerd.

Trýst á pílin undir myndini og hoyr Jóhonnu á Bergi greiða frá støðuni í Atlantsflog