Nevndarformaðurin í Atlantsflog hevur ongan fingur at seta á arbeiðið hjá Magna Arge.
- Nei, hann hevur gjørt eitt kanón arbeiði sum stjóri fyri felagið, sigur Niels Mortensen.
Kortini er Magni Arge nú fyrrverandi. Vrakaður til fyrimuns fyri 52 ára gamla Jørgen Holme.
- Vit hava tørv á at fáa frísk eygu at leiða felagið. Vit ynskja broytingar í felagið. Felagið er komið hartil, at vit skulu leggja eina nýggja strategi, sigur Niels Mortensen.
Tað knípur tó við at fáa nevndarformannin at útgreina, hvat tað merkir. Tí nýggi stjórin skal vera við til at orða hesa nýggju strategi.
Gongdin
Niels Mortensen trívur í gongdina í felagnum síðstu árini.
- Vit eru komin hartil, at vit hava fingið trý Airbus flogfør. Okkurt hevur gingið væl, meðan okkurt hevur gingið minni væl, sigur Niels Mortensen.
Spurdur, hvat hevur gingið minni væl, svarar nevndarformaðurin:
- Egyptaland gekk ikki so væl. Vit skuldu flúgva niður har, men tað bleiv ikki nøkur succes, sigur Niels Mortensen.
Atlantsflog hevur avtalu við Atlantis Rejser um charterflúgving til Egyptalands. Nevndarformaðurin í føroyska flogfelagnum má tó ásanna, at ófriðurin í Egyptalandi, sum ávirkar hesa flúgving, neyvan kann samantvinnast við nú fyrrverndi stjóran.
- Nei, tað sigi eg ikki. Eg sigi bara, at hetta er eitt av teimum tingunum, sum ikki hevur gingið so væl, sigur Niels Mortensen.
Stevið
Magni Arge, stjóri fyri Atlantsflog, staðfesti beint eftir uppsøgnina, at stevið millum seg og nevndina var ikki tað besta. Niels Mortensen vil tó ikki kennast við hesa útsøgn.
- Eg havi ikki nakað at fílast á í somáta. Magni Arge hevur gjørt eitt megnar arbeiði fyri felagið, svarar Niels Mortensen.
Nevndarformaðurin skundar sær tó at leggja afturat, at nú verður hugt frameftir.
- Vit vilja hava nýggj fólk, sum skulu leggja eina nýggja strategi fyri felagið. Valið fall á Jørgen Holme, tí hann hevur eina solida bakgrund, sigur Niels Mortensen.