Tað heldur Føroya løgmaður, sum í dag hevur sitið á flogvøllinum í Kastrup í Keypmannahavn og grunað um evnið:
»Siti og bíði í Kastrup. Nú kemur okkara stolta tjóðarflogfar framvið úti á vøllinum. Eitt hugskot hevði verið at broytt navn til »Faroe Islands«. Hetta hevði givið eitt væl betri brand í samband við ferðavinnu og handil, heldur løgmaður, sum hervið tveitir spurningin út til alemnna umrøðu...
– Atlantic Airways er ov neutralt, hvat halda tit? Spyr løgmaður á Facebook.