Tyrlan hevur verið leigað út til útlendskar fyritøkur, men nú minni er at gera í oljuvinnuni, hevur felagið gjørt av at lýsa tyrluna til sølu. Tað sigur Magni Arge, stjóri í Atlantsflogi, við útvarpið hjá Kringvarpinum.
Tyrlan er av slagnum AW 139 og tekur 15 fólk. Seinastu tíðina hevur hevur eitt skotskt tyrlufelag leigað hana, men tann sáttmálin gongur út um 3-4 vikur.
Atlantsflog hevur tvær aðrar tyrlur, sum verða brúktar til leiting og bjarging og til innanoyggjaflúgving í Føroyum.