Atlantsflog selir somu ferðaseðlar fleiri ferðir

- Valið stendur millum at órógva 35 ella 160 fólk, sigur Magni Arge, sum hevur strikað Íslandstúrarnar 2. januar, tí hann kann selja fleiri ferðaseðlar til Danmarkar. - Vit vildu fegin gjøgnumført hasa flúgvingina, um vit kundu. Men hatta er kanska tann dagurin á árinum, har mesta trýstið er á flogførini hjá okkum, sigur Magni Arge, stjóri í Atlantsflog.

Mánaðir eftir at hava keypt og goldið ferðaseðlar til og úr Íslandi 2. januar, fáa ferðafólk at vita, at einki flogfar er á hasi farleiðini fyrr enn 4. januar.

Hvat verður flogfarið, sum skuldi til Íslands 2. januar, nýtt til?

- Vit hava ikki nóg nógv flogfør til alt. Í hesum føri eru einans 35-40 fólk til og úr Íslandi henda dagin. Skal tú órógva 160 fólk ella skal tú órógva 35 fólk. Tað er valið, segði Magni Arge í beinleiðis samrøðu við Rás2 í kvøld.

Tølini sipa til talið av ferðandi, ávíkavist á Danmarkar- og Íslandsleiðini 2. januar.

Hvat við teimum, sum hava keypt og goldið ferðaseðil til Íslands?

- Jamen, sum eg segði tær. Valið stendur millum at órógva 35 ella 160 fólk, sigur Magni Arge.

Átti Atlantsflog ikki at syrgt fyri, at ferðafólkini komu ávíkavist úr Føroyum til Reykjavíkar og úr Reykjavíkar til Føroya?

- Jú jú, men tað er eisini tí vit bjóða teimum at flúgva 4. januar?

Tey missa arbeiðsdagar?

- Ja, tað er harmiligt. Tað eri eg grúviliga keddur av.

Tvs. at tey kunnu ferðast 4. januar, ella partvís fyri eyka rokning (Atlantsflog hevur boðið teimum eina ferð til Keypmannahavnar ístaðin)?

- Tað er møguligt at vit finna eina betri loysn. Tað hyggja vit uppá.

Takk fyri, Magni Arge.

- Tú ert vælkomin, Jón Brian. Og gleðilig jól.