Tað gekk sera væl hjá Atlantsflog at selja bíligar ferðaseðlar í gjár. Beint áðrenn nýggja strategiin hjá felagnum varð kunngjørd klokkan 12:30, setti Atlantsflog bíligar ferðaseðlar til sølu, sum kosta 799 krónur millum Danmark og Føroyar hvønn vegin.
– Jú, tað gekk rættiliga væl at selja, sigur Sølvi Jespersen, sum er marknaðarleiðari fyri digitala partin hjá Atlantsflog.
Frá klokkan 12:15 í gjár til í morgun seldi felagið yvir 900 ferðaseðlar. Við hvørjum flogfarið millum Danmark og Føroyar verða 20 ferðaseðlar seldir fyri 799 krónur hvønn vegin – við øllum gjøldum. Talan er um 35.000 ferðaseðlar um árið.
Hoyrið samrøðu við Sølva Jespersen við at trýsta á pílin undir myndini.