Atlantsflog nú umboð í Bretlandi og Írlandi

Atlantsflog hevur gjørt avtalu við Icelandair um, at íslendska felagið skal umboða føroyska flogfelagið í Stórabretlandi og í Írlandi

Atlantsflog hevur gjørt avtalu við Icelandair um, at teirra felag í London skal umboða Atlantsflog í Stórabretlandi og í Írlandi.
Hendan avtalan varð gjørd í Reykjavík mánadagin, tá Atlantsflog var á stevnu í Reykjavík, nevnd »Midatlantic Seminar & Workshop«.

Skrivstovan hjá Icelandair í London skal hjálpa kundum hjá Atlantsflog við flogferðaseðlum, pakkaferðum eins og við góðum ráðum um Føroyar.

? Fyri at tryggja, at skrivstovan í London hevur neyðuga kunnleikan um Føroyar, hava fleiri av starvsfólkunum á skrivstovuni í London longu verið í Føroyum, og fleiri eru á veg, sigur Kent L. Christensen, sølu- og marknaðarleiðari hjá Atlantsflog.
Í sambandi við umboðanina hjá Atlantsflog í London er sett á stovn ein serlig telefonlinja til Atlantsflog. Nummarið er +44 (0) 870 443 2372.

Atlantsflog hevur stórar vónir til hetta samstarv, tí Icelandair hevur gott og breitt samband til ferðastovur í Bretlandi og í Írlandi. Har eru fleiri enn 4.700 slíkar stovur, sum við hesum tiltakið fáa kunnleika um Føroyar og um møguleikarnar um Føroyar sum ferðamál.