Atlantsflog nýggja check-in skipan

Í løtuni eru starvsfólkini á Støðini á flogvøllinum í ferð við at seta seg inn í nýggja check-in skipan, sum ætlandi fer at virka fyrst í juni, og sum verður munandi bati hjá viðskiftafólkinum

Nú verður munandi lættari hjá kundunum hjá Atlantsflog at chekka inn til fráferðir.
- Tað hevur higartil verið soleiðis, at check-in skipanin og bókhaldsskipanin ikki hava koyrt saman, men við nýgju skipanini kunnu báðar skipaninar samskipast, sigur Sólbjørg Magnussen, dagligur leiðari á Støðini á flogvøllinum.
Nýggja skipanin fer at bøta munandi um tænastuna til kundarnar hjá Atlantsflog.
- Skipanin fer millum annað at bøta um, tá broytingar skulu gerast í ferðaseðlunum, tí meðan tað nú er soleiðis, at vit mugu inn í bókhaldið at gera hetta, kann tað við nýggju skipanini gerast við check-in, sigur Sólbjørg Magnussen.
Nøkur av starvsfólkunum hava longu verið á skeiði at seta seg inn í nýggju skipanina, og tá hon ætlandi fer at irka fyrst í juni mánað, eru øll upplærd at brúka hana.
Nýggja skipanin fer í roynd og veru at kollvelta check-in tænastuna hjá kundunum hjá Atlantsflog.
- Tá skipanin verður tikin í nýtslu fyrst í juni, verða sonevndar kioskir settar upp, har fólk sjálvi kunnu checka inn. Hesar kioskir – ella automatisku check-in maskinur – verða settar upp í fyrsta lagi í Vágum, Keypmannahavn, Billund og Reykjavík, men skulu seinni eisini setast upp á hinum destinatiónunum hjá okkum í Stavanger, Bergen, Ålborg og Stanstead, sigur Sólbjørg Magnussen.

Web check-in
Í dag ber til hjá kundunum hjá Atlantsflog sjálvir at avgreiða sítt check-in í Keypmannahavn og Billund, men hetta verður gjørt í samstarvi við danskar skipanir.
- Atlantsflog kemur sjálvt at eiga nýggju skipanina, og tær eru lættar at seta upp allastaðni uttan í Stanstead, har verandi skipanir eru øðrvísi, sigur Sólbjørg Magnussen.
Men samstundis, sum nýggja skipanin verður sett í verk, fer eisini at verða møguligt hjá kundum hjá Atlantsflog at checka inn á internetinum.
- Tað fer tí at merkja eina munandi betraða tænastu til okkara viðskiftafólk, sigur Sólbjørg Magnussen.
Framman undan ber til at keypa flogferðaseðlar á internetinum.
- Nú verður eisini nógv lættari at broyta ferðaseðlar, tí tað fer at bera til at síggja, hvar teir eru keyptir í check-in skipanini, sigur Sólbjørg Magnussen.
Egnar check-in kioskir á destinatiónunum hjá Atlantsflog fara eisini at merkja, at bíðirøðirnar til at checka inn vera munandi stytri, tá bert kundar hjá Atlantsflog kunnu nýta tær.
Roknað verður sum nevnt við, at nýggja skipanin verður klár at taka í nýtslu fyrst í juni, tá summarferðslan rættiliga byrjar.